Heilsufrøðingurin í Tofta skúla

Heilsufrøðingurin í Tofta skúla er:
Inga Símunardóttir, Saltnes
Tlf. 56 23 75
Teldupostur: ingas@gigni.fo 

Sambært lóg um Fyribyrgjandi heilsuskipanir til børn og ung, skal Gigni bjóða øllum skúlanæmingum í Føroyum kanningar, samrøður og undirvísing frá 1. til 9. flokk.

Gigni veitir heilsufrøðiligar tænastur til øll børn, ung og familjur í Føroyum við tí endamáli at tryggja børnum og ungum best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi.

Skúlanæmingar koma til heilsufrøðing javnan frá 1. til 9. flokk.

Tosað verður við børnini í bólkum ella hvørt sær um heilsu, fyribyrging av sjúku, skeivari menning og annars viðurskifti, ið kunnu ávirka heilsuna.

Við skúlabyrjan

  • viðtala saman við foreldrum

1. - 4. flokk

  • sjónskanning, vekt og hædd
  • uppfylging frá 1. viðtaluni
  • einstaklingasamrøða, har dentur verður lagdur á trivnað í skúlanum, heima og í frítíðini
  • bólka- ella floksundirvísing um t.d. kost, rørslu, reinføri, trivnað, vinarlag, ja og nei kenslur, persónlig mørk o.s.fr.

5. - 7. flokk

  • sjónskanning, vekt og hædd, umframt litsjón og hoyrn í 7. flokki
  • einstaklingasamrøða um t.d. trivnað í skúlanum, heima og í frítíðini
  • bólka- ella floksundirvísing um t.d. kynsbúning, ja og nei kenslur, persónlig mørk, vinarlag, bólkatrýst, royking, alkohol, o.s.fr.

8. - 9. flokk

  • sjónskanning, evt. vekt og hædd
  • einstaklingasamrøða um t.d. trivnað í skúlanum, heima og í frítíðini, framtíðarætlanir og møguleikar v.m.
  • einstaklingavegleiðing eftir tørvi hjá næminginum
  • bólka- og/ella floksundirvísing um t.d. alkohol, rúsevnir, royking , kynslív, fyribyrging (præventión), kynsjúkur, ja og nei kenslur, persónlig mørk o.s.fr.

Heilsufrøðingurin er at hitta í Tofta skúla hvønn mánadag. Annars ber at ringja til hana á tlf. 56 23 75 ella senda teldupost til: ingas@gigni.fo.