Næmingaráðið í Tofta skúla
Næmingaráðið í Tofta skúla skúlaárið 2022/23
Mikudagin 6.september 2023 var næmingaráðsval í Tofta skúla. Í næmingaráðið í Tofta skúla vóru hesir næmingar valdir:
Jákup M. Hansen 10.fl, Silas Reinert Hansen 9.fl, Brestir Gøte 8.fl, Ingi Djurhuus 7.fl, Leivur á Torkilsheyggi 6.fl og Lukas Thomsen 5.fl.
Formaður er Jákup M. Hansen og varaformaður er Brestir Gøte
Varðaumboð eru hesi: Jóhanna Sámalsdóttir, Kjartan V. Joensen, Jóhan Kass Henriksen, Andrias Inuk Iversen, Hjørtur Gøte og Klara Sofía Hansen
Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, næmingaráðið kann arbeiða við, eru:
• atferðarreglum á skúlanum
• innan- og uttandura spæliplássi
• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum
• aktuellum málum
• skúlablaði, várveitslu, o.t.
• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.
Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna flokkunum um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.