Vikuætlan 1. flokkur

Vikuætlan

Vika 16 - 2024

Mánadagur
15. apríl
https://toftaskuli.fo/news/208/gloymd-klaedi
Føroyskt
Heima: einki

Í skúlanum: Lær teg at stava
Týsdagur
16. apríl
hm
Heima: Gerið s. 56-57 í arbeiðsbókini Grindalokkurin.

Í skúlanum: Bókin Grindalokkurin má liggja í taskuni hvønn týsdag. Um onkur hevur mist bókini vekk mugu tit siga mær frá.
Tlf. 256208
Føroyskt
Heima: Veljið ein av hesum møguleikum:
1. Lesa reglu 1-7 á s. 138 tríggjar ferðir
2. Lesa s. 138 og helvtina av s. 139 tríggjar ferðir
3. Lesa s. 138 og 139 tríggjar ferðir

Venjið stavimynstrið við a (vatnrætt) á s. 182 og 183 tríggjar ferðir

Í skúlanum: H og H
Bókalummin 6 min.
Mikudagur
17. apríl
Svimjing
Havið svimjiklæðir og handklæði við. Tað er ikki neyðugt at hava hársjampo, balsam o.l. við.
Føroyskt
Heima: Veljið ein av hesum møguleikum:
1. Lesa reglu 1-6 á s. 140 tríggjar ferðir
2. Lesa s. 140 tríggjar ferðir
3. Lesa s. 140 og 141 tríggjar ferðir

Venjið stavimynstrið við æ (vatnrætt) á s. 182 og 183 tríggjar ferðir

Í skúlanum: H og H
Bókalummin 6 min.
Hósdagur
18. apríl
Føroyskt
Heima: Veljið ein av hesum møguleikum:
1. Velja tvey brot á s. 142 at lesa tríggjar ferðir
2. Velja trý brot á s. 142 at lesa tríggjar ferðir
3. Lesa s. 142 tríggjar ferðir

Venjið stavimynstrið við e (vatnrætt) á s. 182 og 183 tríggjar ferðir

Í skúlanum: H og H
Bókalummin 6 min.
Fríggjadagur
19. apríl
Føroyskt
Heima: Veljið ein av hesum møguleikum:
1. Velja 1 søgu á s. 144 og 145 at lesa tríggjar ferðir
2. Velja tvær søgur á s. 144 og 145 at lesa tríggjar ferðir
3. Velja tríggjar søgur á s. 144 og 145 at lesa tríggjar ferðir

Venjið stavimynstrið við i (vatnrætt) á s. 182 og 183 tríggjar ferðir

Í skúlanum: H og H. Vit fara eisini at gera bólkaarbeiði, har tit sleppa at finna uppá eina lítla søgu og skriva hana niður í hefti.
Bókalummin 6 min.

Rokniskeið fyri allan flokkin

1. flokk sleppa til rokniskeið í Førleikastovuni. Hetta byrjar týsdagin og heldur áfram í fýra vikur.

Tey koma í holdum á uml. 4 hvørja ferð. Anja stendur fyri hesum. 

Nýggjur næmingur í 1. flokki

Mikudagin 3. apríl byrjar Prince í 1. flokki. Hann kemur frá Filipinunum og býr á Nesi.

Vit hava tosað saman í flokkinum um, hvussu týdningarmikið tað er, at vit taka væl ímóti Prince, so at hann fær eina so góða byrjan sum gjørligt og kemur at trívast í okkara flokki og skúla. Vit hava eisini tosað um, at tað er umráðandi, at vit altíð fyrst tosa føroyskt við Prince og kunnu síðani siga tað sama á enskum, um hann ikki skilir.

Sum ein liður í at fáa eina góða byrjan og at koma at kenna næmingarnar, fara vit at hava tveir akkersnæmingar eina viku á gangin - vit hava eisini tosað um, hvat tað inniber.

Tað hevði verið gott, um tit foreldur eisini taka eitt prát við tykkara barn um tað at fáa nýggjan næming í flokkin. Tit kunnu eisini hjálpa teimum at gera spæliavtalur uttan fyri skúlatíð, so at næmingarnir fáa skapt aðrar jaligar relatiónir sínamillum, sum ikki eru í skúlahøpi.

Flokstoymið - ÁD og EL

Bókalummin

Góðu foreldur

Tað er umráðandi, at tað verður lisið í bókalummanum hvønn dag, tó ikki til mánadag aftaná vikuskifti.

Tit foreldur hava týdning í fyrstu lesi- og skrivimenningini hjá børnunum, soleiðis at tey fáa bestu byrjanina sum gjørligt :)

Kontakt:

Áki - aki.dyssegaard@skulin.fo

Eyð - eyd.leitisstein@skulin.fo ella 267008

Víð sjúku ella fráveru senda tit boð til Áka