Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

07/12/2017

Durita Jakobsen nýggjur skúlastjóri í Tofta skúla

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóra í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna.

Durita Jakobsen er 45 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2002, AKT útbúgving í 2004 og útbúgving sum cand.pæd.pæd.psyk. í 2013. Eisini hevur Durita grundskeið í leiðslu, er náms- og sálarfrøðiligur ráðgevi í Tofta og Runavíkar skúla og hevur ávísar fyrisitingar- og leiðsluroyndir við atliti at trivnaðararbeiði.

Durita Jakobsen hevur drúgvar undirvísingarligar royndir og hevur m.a. skipað AKT og SSP arbeiðið í Tofta skúla.

Tofta skúli ynskir Duritu hjartaliga til lukku og bestu ynski í nýggja starvinum.