Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

04/01/2018

Durita Jakobsen byrjað sum skúlastjóri

Mikudagin 3. januar 2018 var fyrsti almenni arbeiðsdagurin hjá Duritu Jakobsen sum skúlastjóra í Tofta skúla.

Tað var fyrst í desember 2017, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóri í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna.

Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari móttøku fyri Duritu í skúlanum mikumorgunin 3. januar. Familja, næmingar, lærarar, starvsfólk og umboð fyri skúlastýrið og Nes kommunu vóru boðin við til móttøkuna.

Løtan byrjaði við góðum felagssangi. Síðani vóru heilsanir og nógv góðynski borin fram av Armgarð á Regni, forkvinnu í skúlastýrinum, Jóhannusi Danielsen, borgarstjóra, Olafi Magnussen, varastjóra og Maritu Dalsgaard, fráfarna skúlastjóra.

Móttøkan endaði við felagssangi. Síðani fingu allir næmingarnir søtmeti, meðan tey vaksnu vóru boðin til ábit.

Fleiri myndir síggjast her!