Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

09/03/2018

Nýtt næmingaráð í Tofta skúla

Mikudagin 28. febr. var val til næmingaráðið í Tofta skúla. Næmingarnir kundu velja ímillum 22 ymisk valevni, sum frammanundan vóru vald í flokkunum.

Nýggja næmingaráðið skipaði seg við Hanusi Højgaard sum formanni, Svend Danielsen, næstformanni, Elsu Hansen, skrivara, Hilmar Højgaard, kassameistara, og Bjørt Højgaard, nevndarlimi.

Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, næmingaráðið kann arbeiða við, eru:

• atferðarreglum á skúlanum

• innan- og uttandura spæliplássi

• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum

• aktuellum málum

• skúlablaði, várveitslu, o.t.

• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.

Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna floksumboðini um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.

Myndir frá valinum síggjast her!