Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

16/04/2018

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 28. febr. 2018 kl. 19.30

Skrá:

Gerðabókin

Kunning frá skúlanum

Samstarvsfólkafundur

Felags skúlastýrisfundur á Strondum 6/2-18

Gerðabókin góðkend: Viðmerking Annemie varð sett í starv síðst í desember og byrjaði 31.01.18. Felagið Heim og skúli, helt, at tað var í lagið at lýsa á heimasíðuni við at ársfrágreiðingin varð løgd út á heimasíðuna. JL gavst í sínum starvið tann 12.februar, og Jóhannus byrjaði í starvi tá.

Kunning frá skúlanum. 10.fl hevur havt verkætlan í Runavík, har ið tey hava gjørt og framført ein leik. Føstulávintshaldið á skúlanum gekk gott. NK hevur kunnað leiðsluna í Tofta skúla um fíggjarætlanina fyri 2018 og verður hon løgd fram á NFF og síðani verður hon løgd fram fyri skúlastýrið. ST er sjúkraskrivað í 14 dagar. Til morgunsangin vísa vit nú sálmin á sjónvarpsskerminum í miðstovuni í staðin fyri at brúka sálmabøkur. Hetta hevur riggað væl higartil, og lærarar og næmingar hava tikið væl ímóti hesum.  Val til næmingaráðið hevur verið í dag. Tá ið næmingaráðið hevur skipað seg, skulu tey skipa fyri ársins Grækarismessuhaldi. Prát um tað at tað eru mest tey yngru, ið verða vald, og at summi verða afturvald ár eftir ár. Vit komu inn á spurningar um at vit evt. skulu gera nakrar ásetingar, soleiðis, at tú bert kann verða valdur so og so ofta, og at tað fáa allar aldursbólkar við.

Tann árligi samstarvsfólkafundurin verður 7/3-18. Frá kl.13:00 – 16:00.  Vit byrja inni á Gráasteini, har ið Alfred greiðir frá. Síðan fara vit inn í Gott í Saltangará at fáa okkurt at eta. Prát, um vit evt.skulu hava okkurt innslag ímeðan vit eru í Gott, eingin niðurstøða men forkvinnan kannar onkran møguleika. Prát um, at vit kunnu geva Alfredi eina gávu fyri ómakin. Forkvinnan tosar við NK um hvussu vit gera vit tað.

Høgni, Rut og Durita vóru til felags skúlastýrisfundin á Strondum 6/2-18. Tey greiddu frá, um tær ymisku framløgurnar  um trivnaðarætlanir á teimum ymisku skúlunum. Thailendskur matur var í lærarastovuni. Harumframt vórðu vit víst runt í skúlanum og endaðu við einum kaffimunni. Vit skulu hava fundin næsta ár, og vit mugu finna útav hvat evni skal vera á tí fundinum, og so skulu vit eisini skipa fyri eini máltíð. Fundurin plagar at vera í februar/mars.

Forkvinnan kunnaði um, at skúlastýrið hevði eina meirnýtslu á kr. 5.735,- í 2017. játtanin til 2018 er kr.50.000,- 

Fundur lokin kl 20:30

 

Øll møtt

Skrivari: Durita