Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

16/04/2018

Fundarfrásøgn frá samstarvsfólkafundi 07. mars 2018 kl. 13.00

Árligi samstarvsfólkafundurin varð í ár hildin inni á Gráasteini, har ið Alfred tók ímóti. Hann bjóðaði vælkomin, og vit settust við væl dekkað borð við kaffi og køkum. Alfred greiddi frá, um hvussu hann hevur sett húsini á Gráasteini í stand. Hann greiddi frá, at húsini eru bjálvað við føroyskari ull og millum bitarnar síggjast veðrahorn, ið eru lampurnar. Hesi horn hava øll hvør sína søgu. Sagt varð frá fólkunum og umstøðunum á Gráasteini, og ikki minst frá Olgari, ið var fyrsti maður í Saltnesi og fekk trøðna frá sjálvum kongi. Alfred greiddi so sera hegnisliga frá húsunum og teimum fólkum, sum har hava búð. Eisni vóru nógvar góðar, viðkomandi og ikki minst stuttligar søgur, ið Alfred visti at siga, sum á ein og annan hátt hava tilknýti til húsini á Gráasteini.

Tá klokkan var 14 takkaði Rut, næstforkvinna í skúlastýrinum Alfredi fyri frásøgnina og blíðskapin. Síðani vóru vit øll boðin inn í Gott í Saltangará. Har var kalt borð við nógvum góðum at eta. Har var røst súpan, breyð, viðskeri og salatir og dessert. Fólk hugnaðu sær og prátaðu saman. Tá klokkan var 16 var samstarvfólkafundurin liðugur og fólk vóru væl nøgd.

 

Fundur lokin kl 16:00

Ikki á fundi: AáR,

Skrivari DJ