Seinastu tíðindi

04/06/2018

Násfrøðilig stuðulsstørv í Tofta skúla

03/06/2018

Síðsti skúladagur hjá 10. flokki í Tofta skúla

24/05/2018

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 11.apr. 2018 kl 19:30

23/05/2018

Lærarar til Tofta skúla

22/05/2018

Allar skúlabøkur latast inn

07/05/2018

Kvøldseta á Bókasavninum í Tofta skúla

23/05/2018

Lærarar til Tofta skúla

Hesi størv verða lýst leys til skúlaárið 2018/19 í Tofta skúla
 

·         3 føst lærarastørv

·         4 tíðaravmarkað lærarastørv vegna farloyvi, lækkað tímatal og møguligar avlopstímar.

Eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki fulla tíð, og endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september

 

Skúlanum tørvar lærarar, ið serliga kunnu átaka sær:
·         Flokslæraraarbeiði í innskúlingini, støddfrøði

·         KT-varðaarbeiði

·         Heimkunnleika, ítrótt, náttúra og tøkni, danskt

 

Vit vænta, at tú:
·         Ert fyrikomandi, umhyggin, álítandi og dugir væl at samstarva

·         Vilt taka á teg tær uppgávur, sum eru í skúlanum

·         Í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan

·         Vilt fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

 

Førleikakrøv:
Útbúgvin sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.

 

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan.

Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til tof@skulin.fo og vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. juni kl 12:00

 

Nærri fæst at vita um størvini frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra á tlf.565050.

 

Um okkum:
Tofta skúli hevur næsta skúlaár 209 næmingar í 1.-10.fl

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo

 

Tofta skúli - ein livandi skúli

Felagsskapur - faklig menning - trivnaður