Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

24/05/2018

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 11.apr. 2018 kl 19:30

Skúlastýrisfundur 11.apr. 2018  
  
Skrá  
Frá skúlanum  
Frá forkvinnuni  
Eftirmeting av samstarvsfólkadegnum  
Fíggjarætlanin 2018  
Ymiskt  
  
Frá skúlanum: Skúlaleiðslur vóru á leiðslufundi hjá MMR tann 13.mars. Kunnað varð um umskipingarnar, nú tað nýstovnaða undirvísingarstýrið verður sett á stovn. 8.fl hevur verið og vitjaði RFF til ein ferðsludag. Umboð frá Sands skúla og barnagarðinum á Sandi vóru og vitjaðu okkara Samspíra, fyri at vita hvussu vit arbeiddu. Leiðslan í skúlanum við Løkin var á vitjan hjá okkum og tosaðu um samstarvið við 10.fl til komandi skúlaár. Semja var um, at báðir partar vilja halda fram við samstarvinum, og fara at bjóða nøkulunda sama skema til næsta ár. OM og JM kunnaðu seg um teldur í skúlanum á Fløtum. Listaleypurin við Dánjal á Neystabø og Aufengin vitjaðu 4.-7.flokk. Næmingar í 7.fl høvdu gjørt eitt arbeiði í samband við vitjanina, og tað riggaði sera væl.  
 
Tað verða sum kunnugt, ongar landsroyndir í 2018. Vit hava fingið nýggjar næmingar í skúlan í 8.fl og í 2.fl og so er Petra komin aftur í 8.fl so at vit í dag hava 202 næmingar. Harumframt hava vit havt næmingar sum hava vitjað í styttri og longri tíð. Okkara 9.fl skal til PISA roynd í Løkshøll 12.apr.. Hósdagin 26.apr. verður várveitsla fyri framhaldsdeildini, og eru tey í ferð við at leggja hetta til rættis. DJ er byrjað á diplom skeiðnum í Námsfrøðiligari leiðslu. Hendan útbúgvingin verður liðug á sumri í 2019. 
 
Frá forkvinnuni Skúlastýrið skal senda skrivligan fyrispurning um hvussu gongur við langtíðarætlanini fyri útiøkið kring skúlan. Til næsta skúlastýrisfund skulu vit hava á skrá fyrilestrarhaldara til felags foreldrafundin í heyst.  
Eftirmeting av samstarvsfólkadegnum Semja var um, at fundurin var góður. Gott hjá øllum at hoyra eitt sindur um staðbundnda søgu. 
Fíggjarætlan 2018:Fíggjarætlanin fyri 2018 varð gjøgnumgingin og samtykt  
Ymiskt Tað árliga tjakið, ið samskiparin hjá foreldraráðnum skipar fyri verður fyrst í mai. 
 
Øll møttu 
 
Fundur lokin kl 21:00 
 
Skrivari DJ