Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

27/06/2019

Násfrøðilig stuðulsstørv í Tofta skúla

Hesi námfrøðiligu stuðulsstørv eru leys at søkja í Tofta skúla skúlaárið 2019/2020.

 

Trý tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018/2019:

·         1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,48

·         1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,44

·         1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,13

Námsfrøðiligu stuðlarnir verða knýttir at næmingum í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sum stuðul. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.

Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst størv ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til durita.jakobsen@skulin.fo í seinasta lagi hósdagin 11.juli kl. 15.00.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Duritu Jakobsen, skúlastjóra, á tlf. 565050.

Um okkum:

Tofta skúli hevur næsta skúlaár 201 næmingar í 1. - 10.fl. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo

Tofta skúli - ein livandi skúli

Felagsskapur - faklig menning - trivnaður