Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

26/06/2018

FUNDARFRÁSØGN FRÁ SKÚLASTÝRISFUNDI 02.mai 2018 KL 19:30

Skrá 
Frá skúlanum 
Frá forkvinnuni 
Ymiskt 
Frá skúlanum:  


17.apr var fundur í TS, ið snúði seg um at fáa eina skipan at koyra í TS, sum eitir leikir í litum. Tað snýr seg í stuttum um, at vit skulu bjóða intensiva violinundirvísing út til børn frá 1.-3.fl. Hetta er ein skipan, sum tey hava havt í Kommunuskúlanum í nøkur ár og í Leirvíkar skúla eru tey byrjað upp á hetta sum eina roynd í ár. Nes sóknar musikkskúli, NK og TS tekur støðu til, um vit vilja seta hetta í verk.  


8.fl hevur havt verkætlan og vóru tað PH og AR, ið tóku sær av hesum. 


Árliga veitslan hjá framhaldsdeildini varð hildin á skúlanum hóskvøldið, og tey høvdu skipað fyri bæði mati og undirhaldi, og tað riggaði sera væl og uppmøtingin var sera góð.  

Lærarar og stuðlar hava verið til áhugaverdan fyrilestur um autismu. 

Skrivligu royndirnar byrja 22.mai og seinasti skúladagur hjá 9. og 10.fl er 1.juni. Munligu royndirnar byrja 1 viku inn í juni mánað. 2 tær síðstu vikurnar víkir barnaskúlin frá tímatalvuni, og vit skipa fyri einum annaleiðis skúladegi. Seinasti skúladagur áðrenn summarfrítíðina er 26.juni. 
4.juni fara lærarar starvsfólkaútferð, og næmingarnir fara heim kl 9:30. Skúlastýrið játtar hesum.  

Frá forkvinnuni:  
Arbeiði viðv. útiøkinum er ikki komið langt, og vit frætta nærri, tá ið arbeiðið kemur longri. Forkvinnan spyr, hvønn vit skulu biðja um at hava fyrilestur til felags foreldrafundin. Uppskot komu inn.  

Ymiskt: 
RLspyr, um vit sortera skrell. Hon hugsar um papír, matskrel og annað. Tað handlar um hugburðsbroyting. Prát um, at tað manglar at skelta TS. Hetta hevur verið uppi at venda fyrr, men tað málið steðgaði upp. Forkvinnan fer at spyrja NK um innlit í tað, sum hevur verið gjørt í hesum sambandið áður, og ynskja vit at fáa gongd í hetta málið aftur.  
Tíma og lærugreinabýtið er ikki klárt enn, og tí mugu vit hava fund aftur 6.juni Prát um hvat felagið Heim og skúli sigur um tímajáttanina frá MMR/Sernám.  
Fundur lokin kl 21:00  
Øll møtt uttan HH