Gloymd klæði
Fráboðan um lús
Gleðiligar páskir
Grækarismessuhald í Geilini á Toftum
Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra
Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla
Lærarastarv í Tofta skúla
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lærara til Tofta skúla frá 01.sept og restina av skúlaárinum 2018/19 við setanarbrotinum 0,81, sum svarar til 22 tímar.
Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í:
· Ítrótti í 2.flokki
· Handarbeiði og søgu í 4.flokki
· Náttúru og tøkni, søgu og enskt í 5.flokki
· Enskt í 6.flokki
· Lívfrøði og landalæru í 7.flokki
· Stuðulstímar
Vit vænta at tú:
· ert fyrikomandi, umhyggin, álítandi og dugir at samstarva
· vil taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum
· í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Útbúgvin sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til: durita.jakobsen@skulin.fo og vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjaddagin 13.juli kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra á tlf. 565050
_____________________________________________________________________
Tofta skúli hevur komandi skúlaár 206 næmingar í 1. – 10.fl.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo