Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

07/09/2018

Á floti við Westward Ho

Í morgun kl. 7.45 stóðu spentir næmingar í 6. flokki og lærararnir á kaiini á Toftum og bíðaðu eftir at sleppa á flot við sluppini Westward Ho. Nú skuldu vit endiliga sleppa avstað, eftir at túrurin eina ferð varð útsettur vegna vánaligt veður.

Og í morgun varð túrurin veruleiki. Tá ið vit komu umborð, skuldu næmingarnir latast í bjargingarvest, og meðan vit sigldu út á fiskileið, fingu vit kunning um bjargingarútgerðina annars. Vit fingu ein rundtúr umborð, har Claus Reistrup segði okkum søguna um sluppina, sum varð bygd í Onglandi í 1884.

Børnini skiftust hugagóð um tær 12 tráðurnar, sum vóru til taks. Vit royndu á 3 miðum ytst á Skálafjørðinum. Veðrið var gott, men tað rullaði eitt sindur. Skipsmenninir vóru sera vinaligir, og teir dugdu væl at leggja børnunum lag á, so tey spent og hugagóð bæði blóðgaðu og kruvdu sjálv, tá ið tey fingu á. Tá ið ein løta var farin, fóru tey at troyttast, og tey fóru at fáa sær úr matpakkanum og taka sær av løttum eina løtu. Men tey ansaðu eftir, at ikki øll fóru burturfrá í senn, so tráðurnar vóru úti alla tíðina.

Tíverri vað var heldur langt í millum stertarnar, so tá ið tráðurnar vórðu settar fyri seinastu ferð, høvdu tey fingið 28 fiskar tilsamans. Tað røkkur helst ikki til at vinna fiskikappingina, sum allir næmingar á Skálafjørðinum luttaka í, tá ið vit fara at fiska við Westward Ho. Men hóast tað er eingin ivi um, at bæði børn og vaksin leingi fara at minnast túrin við gomlu sluppini í dag.

Fleiri myndir síggjast her!