Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

18/09/2018

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 13.juni2018 kl 19:30

Skrá: 
Gerðabókin lisin 
Tíma og lærugreinabýti 
Kunning um setanir 
Frá forkvinnuni 
Ymiskt 
 
Gerðabókin: Viðmerking útferðin hjá starvsfólkunum varð 6.juni. Skúlastýrisfundurin, ið skuldi verða 6.juni, varð útsettur til 13.juni vegna starvsfólkaútferð hjá lærarum. 
Tíma og lærugreinabýti: Tíma og lærugreinabýti varð lagt fram. Greitt varð frá, at játtanin til miðfirraða undirvísing er hækkað úr 13% upp í 24%, og at vit nú ikki fáa tímar vegna serligan tørv. Hesir tímar verða bert latnir til skúlar, ið hava sertilboð. Skúlastýrið var als ikki nøgt við ta gongd, sum varð løgd fyri teimum viðv. serligum tørvi, og ynskja, at hetta verður tikið upp í felagnum Heim og skúli.  
Kunning um setanir: kunnað varð um hvørjir lærarar vóru settir í starv. Í summarferiuni verður søkt eftir lærara vegna barnsburðarfarloyvi pr. 01.09.  
Frá forkvinnuni: Forkvinnan hevur heitt á NK, um at taka málið upp aftur viðv. skelting av TS. Skúlin skal koma við einum uppskoti til NK.  
Ymiskt: AJ hevur tikið farloyvi frá TS komandi skúlaár, og verður hetta tískil hansara seinasti fundur í skúlastýrinum á hesum sinni. Vit takkaðu AJ fyri tíðina. Kunnað var um, at HA á NFF varð vald til starvsfólkaumboð í skúlastýrinum.