Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

12/10/2018

Felags heystsangløta í Tofta skúla

Fyrsta felagssangløtan í hesum skúlaárinum var fríggjadagin 12. okt. kl. 10.45 í tónleikastovuni. Tað vóru tónleikalærarar, sum saman við øðrum lærarum og næmingum skipaðu fyri løtuni.

Umframt sangir og sálmar, ið m.a. hoyra heystinum til, so framførdu bæði 4. og 5. flokkar hvør sítt sang- og tónleikainnslag, ið næmingarnir høvdu vant saman við teirra lærarum.

4. flokkur framførdi eitt instrumentalt lag “A la Santana” og 5. flokkur framførdi sangin “Working Day and Night”. Her vístu næmingarnir sera stórt hegni, tá ið teir spældu uppá alskyns ljóðføri, so at tónleikurin og sangurin fyltu tónleikahølið og miðhøllina við.

Vit sungu m.a. hesar sangir:

Eg vil telja stjørnurnar

Heystið, tað er júst nú komið

Hundur mín Kingoson

Nú hvítna tindar

Við snøri fór eg út ein dag

Gentur og dreingir

Vinir

Líkaglað

Fleiri myndir síggjast her!