Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

27/11/2018

Jólini 2018 í Tofta skúla

Týsdagin 18. des. verður árliga jólahaldið hjá næmingunum í Tofta skúla. Vit møta kl. 8.00, og skúlin er liðugur uml. kl. 11.30. Til jólahaldið framføra næmingarnir ymiskt, m.a. fer 6. flokkur at ganga Lucia og 7. flokkur at framføra ein leik.

Týskvøldið 18.des. kl. 19 verður jólahaldið, har foreldur og systkin eru vælkomin. Tá verða eisini ymiskar framførslur á skránni, og tí heita vit á foreldur um at hava børnini sitandi hjá sær, meðan jólahaldið er, so tey sum framføra fáa frið til tað.

Mikudagin 19. des. er jólahugni á skránni. Tá hugna næmingarnir sær saman í sínum flokki. Allir næmingarnir møta kl. 8.00, og skúladagurin er liðugur kl. 10.30.

Hósdagin 20. des. verður farið í kirkju kl. 10.00. Um tað liggur fyri, eru foreldur, systkin og onnur hjartaliga vælkomin í kirkju saman við næmingunum. Kirkjugongdin tekur uml. ein tíma. Tá tað er liðugt, ynskja vit øllum eini gleðilig og signað jól.

Farið verður aftur í skúla mánadagin 7. januar 2019 til vanligar tíðir.