Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

03/12/2018

Tofta skúli pyntaður

Eins og undanfarin ár er allur Tofta skúli prýddur við vøkrum jólaprýði.

Fríggjadagin 30. november komu næmingarnir væl upplagdir í skúla at prýða teirra floksstovur við jólaprýði, sum teir sjálvir høvdu evnað til.

Í ár varð dentur lagdur á at gera jólaprýði burtur úr endurnýtslutilfari, og ikki kann sigast annað, enn at hugskotini vóru mong hjá næmingum og lærarum.

Í teimum smærru flokkunum hava lærarar og foreldraumboð skipað fyri hugnakvøldum, hvar ið foreldrini hava hjálpt til og stuðla næmingunum í at gera teirra jólaprýði, sum tey síðani hava hongt upp í floksstovunum.

Sum undanfarin ár verður jólatræið í gongini prýtt við jólaprýði, sum næmingarnir hava gjørt. Hvørt ár hava vit eitt jólatema, og í ár er temaði jólaprýði úr endurnýtslutilfari, sum vit í eina tíð hava sett fokus á.

Frá 3. desember eru tað næmingarnir í øllum flokkum, sum skiftuvís hava morgunsang og síðani heingja teirra jólaprýði upp á træið. Í hesum sambandi eru foreldur og onnur vælkomin í skúlan til morgunsang og ein drekkamunn.

Fleiri myndir síggjast her!