Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

30/01/2019

Innskriving av næmingum í komandi 1. flokk

Týsdagin 29. januar kl. 13.00 var innskriving av næmingum til 1. flokk fyri komandi skúlaár í Tofta skúla, og tað vóru 21 sera spent børn, ið saman við teirra foreldrum, ommum og abbum, sum møttu upp til innskrivingina.

Skúlastjórin, Durita Jakobsen, bjóðaði øllum vælkomin og tók í móti næmingunum niðri í Miðhøllini. Hon greiddi m.a. næmingunum frá, hvar ið teir komandi skúlaár skulu standa, tá ið morgunsangur verður sungin um morgunin.

Síðani varð farið upp í eina floksstovu, har lærararnir Hallfríð í Hjøllum og Anja Mortensen greiddu foreldrunum frá, hvat ið tær báðar leggja dent á í samstarvinum millum Tofta skúla og Barnagarðin á Svangaskarði, fyri at fáa eina so góða innskúling sum gjørligt.

Til seinast fingu næmingarnir barnabókina “Jakobina, kvørkveggjan” handaða frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra.

Fleiri myndir síggjast her!