Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

01/01/2019

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 07.november 2018

Skrá

Gerðabókin

Frá skúlanum

Frá forkvinnun

Ymiskt

Gerðabókin: Eingin viðmerking.

Frá skúlanum: Umsókn er send til NK um pengar til fundarnet. Skeiði, um yrikisligan relatiónsførleika, ið vit høvdu á skúlanum fyri allar lærarar og stuðlar tann 24.nov. var gott og læruríkt. Fólk vóru glað fyri, at hetta var møguligt at gjøgnumføra. DJ hevur verið í samskifti við IRF um at fara at skilja rusk í TS. Vit fara at byrja eina tilgongd til hetta eftir jól, og miðja ímóti at skilja rusk eftir summarferiuna. Smb. IRF er tað nógv, ið skal arb. við áðrenn man byrjar.  BVT hevur kallað allar skúlar í økinum inn, og víst okkum á hvussu vit skulu bera okkum at, tá ið vit senda fráboðanir inn til teirra. Í fráboðanini skulu vit lýsa eitt barn, sum ikki er í trivnaði ella menning.

Allir lærarar skúlans vóru í gjár 06.nov. til læraradag í NLH sum MMR skipaði fyri. Evnið var tey 17 heimsmálini og snúði tað seg serliga um burðardyggleika. Sera áhugavert og viðkomandi. Vit vilja arbeiða við hesum í nøkrum evnisdøgum í várhálvuni.

DJ er av borgarstjóranum í NK biðin um at útnevna ein lærara at vera við í einum arbeiðsbólki, ið skal arbeiða við eini heildarætlan fyri útiøkið hjá TS.

MMR skipar aftur í ár fyri kanning um happing í 5., 7. og 9.fl hesar kanningar verða gjørdar á skúlanum í næstu viku.

Í viku 47 fara vit at hava jólaroyndir í fimleikarhøllini. Sum nakað nýtt fara vit at royna at hava alla framhaldsdeildina saman til roynd.

Frá forkvinnuni: NK fer at kalla inn til fundar í arb. bólkinum, ið skal arb. við útiøkinum rundan um Tofta skúla. Skúlastýrisformaðurin er í bólkinum, og er spent upp á tað.

Prát um vegin niðan fyri skúlan og at børnini ikki vísa fyrilit í bilum har. Skúlin kann kunna um at vegurin er spælipláss i skúlatíðini og at avh. og at av- og áskipan kann fara fram á parkeringsøkinum niðan fyri skúlan.

Felagsforeldrafundur var 05.nov. í Tofta skúla, uml. 70 áhoyrarar møttu. Gitte Klein helt ein fyrilestur um "robust børn".  Ársfrágreiðingin varð eisni løgd fram. Spurt var um útiøkið og umbyggingina.

Avgjørt varð, at avtalaði fundurin sum eigur at vera 05.desember verður ikki hildin, um ikki okkurt átrokandi stingur seg upp.

Ymiskt: einki.

Fundur lokin kl.20:15

Ikki á fundi: Hallfríð