Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

12/03/2019

Grækarismessuhald á Toftum

Í góðveðrinum týsdagin 12. mars kl. 11.00 skipaði næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi úti í Geilini á Toftum.

Nógv vóru tey, sum høvdu leitað sær til grækarismessuhaldið at heilsa várinum og at bjóða tjaldrinum vælkomnum. Næmingar, barnagarðsbørn, starvsfólk og onnur høvdu tikið sær tíð til at vera við til hesa hugnaligu løtu.

Elsa Hansen, næmingur, bjóðaði øllum vælkomin. Eftir at hava sungið nakrar góðar vársangir, helt Hanus Højgaard, formaður í næmingaráðnum, grækarismessurøðu, sum næmingarnir í næmingaráðnum høvdu skrivað. Hann segði m.a., at Grækarismessa er til minnis um pávan Gregorius hin Mikla, sum doyði í 604, og at hildið verður, at gregorianskur kirkjusangur stavar frá honum. Eisini eru tað tey, ið halda, at okkara kingoløg er komin av hesum sangi.

Hanus vísti á, at grækarismessuhaldið er heilt serligt hátíðarhald fyri okkum føroyingar. Hetta er dagurin, ið sigur frá, at veturin endaliga er av. Tjaldrið kemur við sínum eyðkenda ljóði og við ljósu tíðini. Hetta hava vit valt at hátíðarhalda, tí umframt at vera tjóðfuglur okkara, er tjaldrið eisini okkara fremsti várberi.

Fyrst síggjast bara nøkur fá tjøldur saman, og tey gera lítið um seg, tí tey eru móð av at ferðast, men um mariumessu og úteftir eru nógvir flokkar at síggja í haganum.

Til seinast varð víst á, at tað er ein heilt serlig kensla at síggja tað fyrsta tjaldrið á árinum, tí at mitt um summarið geva vit okkum mangan lítið far um tey, og einaferð um heystið eru tey farin, uttan at vit leggja merki til tað.

Men nú er vár, og vit standa á gáttini til summarið. Latið okkum gleðast um tað.

Grækarismessuhaldið endaði við, at nakrir vársangir vóru sungnir og Svend Danielsen takkaði øllum, ið vóru møtt upp til haldið. 

Myndir frá grækarismessuhaldinum síggjast her!