Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/03/2019

Djúphugsnidagar um tey 17 heimsmálini

Týsdagin og mikudagin 19. & 20. mars hevur skúlin djúphugsnidagar. Evnið er, tey seytjan burðardyggu heimsmálini hjá ST.

Dagurin byrjar sum vanligt, kl. 8.00 og endar kl. 13.30. Tó er 1. – 3. flokkur í skúla til kl. 12.30.

Tey seytjan burðardyggu menningarmálini hjá Sameindu Tjóðum eru hesi:

1. Mál. Gera enda á fátækradømi í øllum sínum líki allastaðni

2. Mál. Gera enda á hungri, tryggja, at matur er tøkur, bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði

3. Mál. Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri

4. Mál. Tryggja inkluderandi og javnbjóðis dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll 

5. Mál. Fáa í lag javnstøðu millum kynini og virka fyri, at konufólk og gentur fáa meira mátt og myndugleika

6. Mál. Tryggja, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt 

7. Mál. Tryggja, at øll fáa álítandi, burðardygga og tíðarhóskandi orku, sum øll hava ráð til

8. Mál. At virka fyri varandi, inkluderandi og burðardyggum búskaparvøkstri, fullum og lønandi virksemi og sømiligum arbeiði til øll

9. Mál. Byggja varandi undirstøðukervi, virka fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðarmenning og eggja til nýhugsan

10. Mál. Minka ójavnan í londum og ímillum lond

11. Mál. Gera býir og búsetingar inkluderandi, trygg, dygg og burðardygg.

12. Mál. Tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur

13. Mál. Seta í verk bráðneyðug tiltøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum.

14. Mál. Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

15. Mál. Verja, fáa í rættlag aftur og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga landtýningum og steðga lívmargfeldismissi.

16. Mál. Virka fyri friðarligum og inkluderandi. Útvega øllum atgongd til rættartrygd og byggja effektivar, ábyrgar og inkluderandi stovnar á øllum stigum

17. Mál. Styrkið Heimsfevnandi felagsskapin fyri burðardyggari menning og økið miðlarnar til at náa málinum