Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

26/03/2019

Næmingarnir í 4. flokki í Tofta skúla gjørdust føroyameistarar í flogbólti

Týsdagin 26. mars 2019 gjørdist Tofta skúli føroyameistari í flogbólti fyri 4. flokkar.

Vinnarin varð funnin í Høllini á Hálsi, tá økisvinnararnir frá øllum landinum dystaðust um endaliga meistarheitið.

Tilsamans vóru 194 børn við, sum vóru býtt upp í 45 lið.

 

Nr. 1. gjørdist Tofta Skúli,

 2. Gøtu Skúli

3. Sørvágs Skúli.

4. Skúlin á Løgmannabreyt

5. Skúlin í Trongisvági

6. Skúlin á Skúlatrøð

7. Eiðis Skúli

8. Vestmanan Skúli

Tað var sera javnt millum flokkarnar, men samanumtikið ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum.

Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum og venjingum í skúlaflogbólti runt alt landið og hetta var endin á vitjanunum á skúlunum henda veturin.

Vit í Tofta skúla ynskja næmingunum í 4. flokki til lukku við føroyameistaraheitinum í kappingini flogbørn.

Aðrar myndir frá kappingini síggjast her!

 

Kelda: Flogbóltssamband Føroya