Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

02/04/2019

Sangløta við vár- og páskasálmum

Mánadagin 1. apríl var ein felags sangløta, hvar ið vit sungu fleiri vár- og páskasálmar. Allir næmingar, lærarar og starvsfólk samlaðust niðri í tónleikastovuni at syngja saman.

Í mars mánað hava vit í skúlanum lagt okkum eftir at læra næmingarnar bæði nýggjar og eldri páskasálmar og páskasangir, og tí hava vit eisini høvnn morgun í mars mánaða sungið ein páskasálm til morgunsang.

Tað var hugaligt at hoyra, hvussu væl í næmingarnir tóku undir við felagssanginum. Eisini lærdu vit at syngja vakra vársangin ”Og várið kom”, sum Alexsandur Kristiansen hevur yrkt og Knút Olsen eigur lagið til.

 

Og várið kom sum eitt sjónligt undur,

og sólin kysti hin bleika vøll

við vón og vøkstri tær fagnarstundir

og frískum anga um hav og fjøll.

 

Sálmar og sangir, ið vit sungu vóru:

-Mín Jesus lat mítt hjarta fá

-Heiður tær veri

-Grøvin sterka rivnað er

-Rita navn títt mær í hjarta

-Sum vársól rísur yvir fold

-Ynskifløskan

-Á Golgata høvd stóð ein krossur

-Og várið kom

 

Fleiri myndir síggjast her!