Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

08/04/2019

Várframsýning av kvøldskúlaarbeiði í Tofta skúla

Sunnudagin 7. apríl kl. 14.00 var várframsýning av handaligum arbeiði í Tofta skúla.

Durita Jakobsen, kvøldskúlaleiðari, bjóðaði vælkomin. Síðani helt Miriam Larsen, Toftir, røðu. Miriam reflekteraði yvir, hvat kvøldskúlin hevur at týða. Er tað neyðgt at halda fast í at hava kvøldskúla í hesum teldutíðum? Kanst tú ikki bara læra teg tað, sum tú ikki dugir, við at fara á netið. Nýtist tú at fara á kvøldskúla til tess?

Hon vísti m.a. á, at kvøldskúlin er nógv meira enn at læra seg eitt handverk ella ávísar teknikkir á netinum. Her hevur tú møguleikan at vera partur av einum felagsskapi, at vera saman við øðrum og at læra onnur at kenna. Tú kanst læra nakað nýtt, og eisini fara í dýpdina við nøkrum, ið tú dugir.

Í kvøldskúlanum kanst tú vera virkin á so ymiskan hátt, tí at tilboðini eru mong. Her er m.a. brodering og seyming av føroyska búnanum, binding, málningalist, kórsangur, klaver og føroysk frálæra, og so er eisini svimjing og fimleikur. Hesi tilboð hava øll til felags, at tú er virkin upp á so ymiskar mátar og ert partur av einum felagsskapi.

Hetta er týdningarmikið fyri trivnaðin hjá okkum øllum. Sambært Fólkaheilsuráðnum er tað m.a. umráðandi, at tú ert virkin likamiga, sálarliga, sosialt og andaliga. Hetta livir kvøldskúlin eisini upp til við sínum fjølbroyttu tilboðum.

Her kanst tú hava kensluna av at hoyra til, tí tú ert saman við øðrum, sum eru áhugaði í tí sama sum tú. Eisini er vert at leggja dent á, at kvøldskúlin er fólksligur, og er fyri fólk í øllum samfelagsløgum og í øllum aldri.

Til seinast vísti Miriam á, at tað er týdningarmikið fyri trivnaðin hjá okkum, at vit hava nakað at ganga til. Nakað, sum vit kunnu vera ein partur av og hugbundin í.

Síðani spældu nakrir musikk- og kvøldskúlanæmingar nøkur løg á klaver og floytu áðrenn framsýningin opnaði alment.

Kvøldskúlaframsýningin var opin frá kl. 14.00 - 18.00.

 

Fleiri myndir frá várframsýningini síggjast her!