Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

04/10/2018

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 03.oktober 2018

Skúlastýrisfundur 03.10.18 kl 17:30 
 
Skrá: 
Gerðabókin 
Frá skúlanum 
Frá forkvinnuni 
Ymiskt 
Gerðabók: Viðmerking nevndarnet til skúlastýrið. HH hevur spurt NK tað verður eitt gjald á kr. 20.000,- fyri hetta. DJ hevur kannað brúkarakostnað og hann er kr. 6.000,- um árið. Uppskot um at vit evt. kunnu royna hetta í eitt ár. Hetta er eitt hent amboð, men vit halda at tað eru sera nógvir pengar. AáR spyr hinar skúlastýrislimirnar um tey eru fyri hesum, um so er, so vilja vit senda eina umsókn  til NK. 
Frá skúlanum: DJ legði fram fíggjarumbønina til skúlan fyri 2019. Søkt var um kr. 680.000,- til blokkin og kr. 225.000,- til KT útbúnað.  DJ bað um loyvi at lata næmingar í Tofta skúla fara heim kl 10:30 tann 24.10.18 vegna skeið hjá øllum lærarum og stuðlum skúlans. Skúlastýrið viðmælti hesum, og ynskti okkum góða eydnu við hesum. Heiti á skeiðnum er yrkisligur relatiónsførleiki. Vit hava fingið váttað, at NK hevur samtykt at játta pening til umbøn okkara um skelting av Tofta skúla. Hetta arbeiði kann setast í gongd, tá ið fíggarjáttanin fyri 2019 er endaliga samtykt.  
Frá forkvinnuni: Tórður Mikkelsen verður við til læraradagin á TS tann 05.10. Skúlastýrið borreiðir við morgunmati til allar lærarar. Viðv. Felagsforeldrafundinum, sum skúlastýrið skipar fyri, so vil Gitte Klein fegin koma at hava fyrilestur um heilan og robustheit. Fundurin verður mikudagin 7.nov. kl 19. 
Ymiskt: Viðmerking: til fíggjarumbøn um KT- útbúnað. Tað hevði verið gott, um prísir stóðu út fyri hvat tað ymiska kostar. Durita fær hetta í lag.  
 
Fundur lokin kl 18:50 
Ikki á fundi, Herman, Niclas, Rut