newsarticle newsarticle pagemenu_hidden ">

Seinastu tíðindi

17/09/2019

Á floti við Draganum

16/09/2019

Tofta kvøldskúli í vetur 2019/2020

10/09/2019

Nýtt næmingaráð valt í Tofta skúla

05/09/2019

Val til næmingaráðið

26/08/2019

Fráboðan um lús

19/08/2019

Fyrsti skúladagur hjá 21 næmingum í Tofta skúla

  • Spæliliðið: Magnus, Anna, Annika, Jóhan, Eli. Ryan vantar á myndini
29/05/2019

Handan av heiðursprógvi til spæliliðið í Tofta skúla

Eftir morgunsangin mikudagin 22. mai fingu Magnus, Anna, Annika, Jóhan, Eli og Ryan, næmingar í 7. flokki, heiðursprógv handað av Duritu Jacobsen, skúlastjóra.

Spæliliðið eru næmingar í 7. flokki, sum undir skipaðum umstøðum spæla saman við yngru næmingunum í fríløtunum.

Endamálið við Spæliliðinum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í fríløtunum. Spæliliðið er á henda hátt við til at skapa lív í skúlagarðinum – bæði kropsliga og sosialt.

Næmingarnir í 7. flokki hava verið á einum skeiði, har teir hava lært, hvussu teir sum eitt væl virkandi Spælilið kunnu taka sær av uppgávuni at fáa teir yngru næmingarnar virknar í fríløtunum.

Ein lærari virkar sum akkersfólk, so næmingarnir á Spæliliðnum hava onkran at venda sær til.

Tað eru SSP og AKT-vegleiðarar, sum standa saman um Spæliliðið.

 

Á myndini vantar Ryan Parada.