newsarticle newsarticle pagemenu_hidden ">

Seinastu tíðindi

17/09/2019

Á floti við Draganum

16/09/2019

Tofta kvøldskúli í vetur 2019/2020

10/09/2019

Nýtt næmingaráð valt í Tofta skúla

05/09/2019

Val til næmingaráðið

26/08/2019

Fráboðan um lús

19/08/2019

Fyrsti skúladagur hjá 21 næmingum í Tofta skúla

05/06/2019

Summarsangløta í Tofta skúla

Týsdagin 4. juni høvdu vit síðstu felags sangløtuna í hesum skúlaárinum. Hetta var ein sangløta, hvar ið dentur varð lagdur á at syngja góðar summarsangir og summarsálmar.

Allir næmingarnir í barnaskúlanum møttu í tónleikahølinum kl. 9.45. Tað vóru tónleikalærarar, ið saman við øðrum lærarum, sum skipaðu fyri sangløtuni.

Miðskeiðis í sangløtuni, vóru tað tríggjar gentur í 4. og ein í 5. flokki, sum framførdu ein sang. Ein av gentunum hevði hegnisliga umskrivað og tillagað sangin hjá Steintór Rasmussen “Ommu tíni hjá” til sangløtuna.

Ein sera góð summarsangløta.

 

Vit sungu m.a. hesar sangir:

Í bø eg gangi

Eg veit eitt spógvareiður

Nú skínur sólin bjarta

Eg havi savnað fløskur

Eg gekk mær fram við ánni

Vilt tú, vilt tú

Ein genta fór í bøin

Eg eigi mær ein lítlan vin

Karin

Másin sigur pli, pli, pli

Gakk tú tryggur

 

Fleiri myndir síggjast her!