Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

12/06/2019

Næmingar í Tofta skúla ruddaðu økið kring Toftavatn

Í góðveðrinum týsdagin 11. juni fóru allir allir næmingarnir í 1. til 7. flokki í Tofta skúla yvir á Toftavatn at rudda.

Næmingarnir møttu í skúlanum kl. 8.00 og síðani varð gingið yvir á Toftavatn at rudda. Økið runt Toftavatn varð býtt sundur millum flokkarnar, so at alt økið bleiv ruddað. Somuleiðis ruddaðu næmingarnir hagapartarnar, ið liggja oman ímóti vatninum.

Hetta gjørdist ein sera góður dagur, og næmingarnir vóru sera raskir at rudda alt økið kring vatnið. Eisini høvdu teir í huga, at sama kvøld ætlaðu Runavíkar og Nes kommunur at skipa fyri almennari hugnaløtu við Toftavatn.

Tá næmingarnir komu aftur á skúlan, fingu teir okkurt leskiligt frá Nes kommunu.

Fleiri myndir síggjast her!