Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

18/06/2019

Tofta skúli útverð í nærumhvørvinum

Í góðverðinum mánadagin 17. juni var Tofta skúli útferð í nærumhvørvinum. Sólin skein bæði oman og niðan, og tað var eisini sera lýtt.

Eftir morgunsangin fóru øll til gongu eftir gøtuni niðan á Svangaskarð. Síðani gingu vit út ímóti Hamravøtnunum, har ið vit sóu lómaparið, sum vit í Nes kommunu eru so stolt av, svimja so vakrurt á Handara Hamravatni.

Eftir hesa vøkru sjón, gingu øll oman á Sandin Lítla, og fram við Toftavatni yvir á Sandin Mikla, har vit settu okkum niður at fáa okkum ein góðan bita at eta.

Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu næmingarnir stuttleikaðu sær á sandinum, og tað vóru ikki so fáir næmingar, sum løgdu seg niður og svumu nøkur tøk í tí annars rættiliga kalda vatninum. Somuleiðis vóru tað aðrir næmingar, sum spældu ymisk spøl á sandinum.

Tað vóru ikki so fá, ið hildu, at vit áttu at steðga nógv longri á Sandinum Mikla, tí at har var so stuttligt og gott at vera; men tíðin loyvdi tí ikki.

Á heimferðini gingu vit fram við vatninum eystanfyri, yvir um brúnna og aftur til skúlan eftir gøtuni, sum Nes og Runavíkar Kommunur í felag hava gjørt til okkum øll at brúka.

Fleiri myndir frá útferðini síggjast her!