Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

27/06/2019

Prógvhandan í Tofta skúla

Týsdagin 25. juni kl. 14.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu næmingarnir í 10. flokki og nakrir næmingar í 9. flokki prógv handað. 

Avvarðandi vóru komin saman á hesum stóra hátíðardegi, nú fólkaskúlin var liðugur hjá næmingunum. 

Durita Jakobsen, skúlastjóri, flutti fram røðu og handaði næmingunum prógvini. Eisini flokslærararnir og aðrir lærarar heilsaðu næmingunum við ynskjum um ein bjarta framtíð, nú næmingarnir skuldu taka við nýggjum avbjóðingum.

Næmingaframførslur vóru eisini á skránni. Undir leiðslu av Annelisu Rasmussen og Andreu á Regni Højgaard spældu fleiri av okkara næmingum tvey løg á ymisk ljóðføri.

Eisini  næmingar og foreldur bóru fram heilsanir, og takkaðu fyri tíðina í Tofta skúla.

Fleiri myndir frá prógvhandnini síggjast her!