Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

10/09/2019

Nýtt næmingaráð valt í Tofta skúla

Týsdagin 10. sept. var val til næmingaráðið í Tofta skúla. Næmingarnir kundu velja ímillum 34 ymisk valevni. Tað vóru næmingarnir í 5.-10.flokki, sum kundu velja umboð í næmingaráðið.

Formaðurin síðsta ár, Hanus Højgaard, og nevndarlimur tey síðstu 5 árini, valdi ikki at stilla upp til næmingaráðið hesu ferð. Hann takkaði fyri seg og ynskti teimum nývaldu alt tað besta í teirra arbeiði í næmingaráðnum.

Í næmingaráðið vóru hesi vald: Jóhannus Johansen 5.fl., Jónas Thomsen 6.fl., Eyðbjartur Wenzelsson Danielsen 7.fl., Brian Ellingsgaard 8.a, Magnus í Hjøllum 8.b, Jákup í Jákupsstovu 9.fl. og Mirjam Reginsdóttir Jacobsen. Næmingaráðið skipar seg seinni.

Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, næmingaráðið kann arbeiða við, eru:

• atferðarreglum á skúlanum

• innan- og uttandura spæliplássi

• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum

• aktuellum málum

• skúlablaði, várveitslu, o.t.

• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.

Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna flokkunum um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.

Myndir frá valinum síggjast her!