Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

17/09/2019

Á floti við Draganum

Fríggjamorgunin 13. september fóru 23 næmingar í 6. flokki í Tofta skúla, saman við tveimum lærarum á flot við Draganum úr Klaksvík.

Túrurin byrjaði kl. 7.45 niðri á Tofta-kai. Veðrið var ikki av tí besta. Frískur vindur av vestri við grovum regnælingi. Hetta hindraði ikki manningini og næmingunum í at leggja út á Skálafjørðin at fiska. Lagið var gott á øllum, sjálvt um skipið rullaði nakað í vestanvindinum.

Fyrst varð siglt suður móti Flesjunum, men har var ikki hugsningur um at leggja stilt at fiska. Síðani varð siglt norður móti Raktanga, har vindurin var minni. Toskatráðurnar vóru tiknar fram, og eftir lítlari løtu høvdu næmingarnir fingið fitt av stórum smáfiski. Onkur toskur var eisini at heinta. Ta einu ferðina fekk ein næmingur tríggjar smáfiskar á dorgina. Størsti toskurin var 88 cm til longdar.

Manningin var sera vinalig og hjálpsom. Teir dugdu væl at leggja børnunum lag á, so at tey allan túrin varðveittu spenningin. Tey fingu loyvi til at krøkja av, blóðga og at kryvja fiskin, ið tey sjálv fingu.

Tíverri øtlaði veðrið so mikið nógv, at tað ikki var gjørligt at fáa dorgina niður, tí at skipið rak so skjótt í nógva vindinum. Tí varð avgjørt, at bróta túrin av og leggja at landi. Tá høvdu vit bert fiska í umleið ein tíma tilsamans.

Børnini fingu tilsamans 25 fiskar, og var hetta gott, tá hugsað verður um veðurlíkindini á fjørðinum.

Samanumtikið var tað ein sera góður túrur við Draganum, sum bæði børn og vaksin fara at minnast leingi.

Fleiri myndir síggjast her!