Gloymd klæði
Fráboðan um lús
Gleðiligar páskir
Grækarismessuhald í Geilini á Toftum
Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra
Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla
Síðsti skúladagur hjá 10.flokki
Sjálvt um 10.flokkur ikki verður liðugur við skúlagongdina fyrr enn 19.juni, os valdu vit í Tofta skúla at markera hetta hósdagin 4.juni, tá næmingarnir í 10 flokki skipaðu fyri einum sera hugnaligum ”síðsta skúladegi” við ymiskum tiltøkum fyri næmingar, lærarar og námsfrøðiligar stuðlar.
Eins og undanfarin ár, byrjaði dagurin við at 10.flokkur bjóðaði lærarum og námsfrøðilugum stuðlum til morgunmat. Síðani skipaðu næmingarnir morgunsangin, sum í hesum korona-tíðum varð hildin úti í skúlagarðinum.
Tá ið morgunsangurin var liðugur, fóru allir næmingarnir at ganga runt til 11 ymiskar postar í kommununi. Við hesar postar fingu næmingarnir høvi til at royna seg á ymiskan hátt.
Øll postagongdin endaði á Svangaskarði. Tá allir næmingarnir vóru komnir inn á vøllin, og høvdu hvílt seg eina løtu, tá trein eingin annar enn Ingi Poulsen fram á pallin og sang ”live” fyri øllum næmingunum og barnagarðsbørnunum, sum eisini vóru møtt upp.
Ikki kann sigast annað, enn at hetta var ein sera góð og gevandi løta. Ingi undirhelt øllum við síni vælkendu rødd og góðu løgum. Eisini megnaði hann at fáa øll at luttaka við í sanginum, og ikki so fá reistust og dansaðu runt til hesi løgini.
Til seinast framførdi hann sangin ”Kostbar”, sum rungaði yvir alt Svangaskarð, tá barnagarðsbørn, næmingar og vaksin tóku undir at syngja við honum.
Dagurin endaði við at allir næmingarnir fingu hvør sín burgara og hvør sítt sunkist.
Fleiri myndir síggjast her!