newsarticle newsarticle pagemenu_hidden ">

Seinastu tíðindi

22/10/2020

Næmingaráðið í Tofta skúla

22/10/2020

Átakið Føroyar lesa er farið av bakkastokki

22/10/2020

Innbjóðing frá Javna um systkinabólkar

09/10/2020

Felags foreldrafundur og uppstillingarfundur til Skúlastýrið

09/10/2020

Væleydnaður renningardagur í Tofta skúla

08/10/2020

Renningardagur verður fríggjadagin 9.oktober

05/10/2020

Altjóða læraradagur 2020

Mánadagin 5.okt. var altjóða læraradagur hildin í Tofta skúla.

Altjóða læraradagur er ein heilt serligur dagur. Endamálið við honum er at virðismeta og menna heimins undirvísarar. Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi.

Í fleiri ár hava næmingaráðið og skúlastýrið skipað fyri degnum í Tofta skúla. Undanfarin ár er nógv gjørt burtur úr hesum degi; men vegna Korona, var støðan ørvísi í ár.

Vit kundu ikki samla allar næmingar, starvsfólk og foreldur saman. Tí valdu vit at byrja við at hátíðarhalda dagin í teimum einstøku flokkunum, har læraratoymini saman við næmingunum markeraðu dagin. Henda løtan endaði við, at lærararnir fingu eina gávu sum tøkk fyri teirra ídni og nærlagni í teirra arbeiði.

Eftir løtuna í teimum einstøku flokkunum vóru allir lærarar og stuðlar bodnir til ein drekkamunn, sum skúlastýrið skipaði fyri. Her heilsaði Durita Jakobsen, skúlastjóri, øllum lærarum og stuðlum frá Armgarð á Regni, forkvinnuni í skúlastýrinum.

Eisini bóru næmingarnir Jónas Thomsen og Jóhannus Johansen, vegna næmingaráðið, eina heilsan til lærarar og starvsfólk skúlans. Teir vístu m.a. á, at lærarar hava eitt sera týdningarmikið arbeiði og eru við til at mynda næmingarnar bæði fakliga og persónliga.

Somuleiðis vístu teir á, at hóast ikki altíð verður fylgt so væl við, so gleðast næmingarnir um tað stóra og týdningarmikla arbeiði, sum gjørt verður.

Sum áður sagt, so var læraradagurin, vegna serligar umstøður, øðrvísi í ár. Tó vóru øll samd um, at tað var ein góður og gevandi dagur fyri okkum øll.

Fleiri myndir síggjast her!