Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

22/10/2020

Næmingaráðið í Tofta skúla

Í næmingaráðnum í Tofta skúla eru hesir næmingar valdir. Jónas Thomsen 7.fl., formaður, Jóhannus Johansen 6.fl., næstformaður, Jákup í Jákupsstovu 10.fl., skrivari, Brian Ellingsgaard 9.a, Filip Hansen 9.b, Adrian L. Jacobsen 8.fl. og Tobias Gerlach Bergkvist 5.fl.

Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, næmingaráðið kann arbeiða við, eru:

• atferðarreglum á skúlanum

• innan- og uttandura spæliplássi

• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum

• aktuellum málum

• skúlablaði, várveitslu, o.t.

• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.

Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna flokkunum um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.