Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

05/05/2021

Fýra lið við í finaluumfarinum í FM í skúlatelving

Týsdagin 4. og mikudagin 5.mai varð skipað fyri FM í skúlatelving í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað vóru næmingar úr skúlum í Eysturoynni, sum telvaðu báðar dagarnar. Talan var um undankappingar, hvar í trý tey fremstu liðini frá hvørjari undankapping hittast í einum finaluumfari.

Tofta skúli hevði tvey lið í yngra bólkinum 3. & 4.flokki, og tvey lið í eldra bólkinum 5.-10.flokki.

Kappingarnar vóru skipaðar sum liðkappingar, har seks næmingar vóru á hvørjum liði hvørt umfar. Tó kundi hvørt liðið hava tveir útskiftarar.

Telvað vóru fimm umfør við klokku, har næmingarnir høvdu 10 minuttir í part til talvið.

Ikki kann sigast annað, enn at næmingarnir úr Tofta skúla kláraðu seg framúr væl báðar dagarnar, sum undankappingarnar vóru.

Í yngra bólkinum megnaðu liðini úr Tofta skúla at fáa ávikavist eitt fyrsta og eitt triðja pláss, meðan Skála skúli gjørdist nummar tvey.

Í tí eldra bólkinum varð tað Skála skúli, sum gjørdist nummar eitt, meðan liðini úr Tofta skúla gjørdust ávikavist nummar tvey og trý í kappingini.

Tað vil við øðrum orðum siga, at øll fýra liðini úr Tofta skúla hava telvað seg til finaluumfarið, sum verður í Tórshavn seinni í mai.

Hjartaliga til lukku til øll liðini!

Myndir frá undankappingunum síggjast her!