Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

25/09/2021

Næmingaráðið valt í Tofta skúla

Mikudagin 22.sept. var næmingaráðsval í Tofta skúla. Í næmingaráðið í Tofta skúla vóru hesir næmingar valdir:

Jónas Thomsen 8.fl., formaður, Miriam Kass Kristiansen 7.fl., næstformaður, Adrian Lind Jacobsen 9.fl., skrivari, Jóhan Johansen 10.fl., Ingolf Olsen 6.fl. og Sofía Jóhansdóttir Troest 5.fl.

Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, næmingaráðið kann arbeiða við, eru:

• atferðarreglum á skúlanum

• innan- og uttandura spæliplássi

• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum

• aktuellum málum

• skúlablaði, várveitslu, o.t.

• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.

Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna flokkunum um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.

Jóhan Johansen vantar á myndini!