Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

20/04/2016

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 6. apríl 2016 kl. 19.30

Skrá:
Gerðabókin
Frá skúlanum
Frá forkvinnuni
Eftirmeta ymiskar fundir, ið hava verið
Spurningar til trivnaðarkanning. Hvussu gera vit nú?
Ymiskt

Góðtikin.

Terje Vestergaard hevur sagt seg úr starvi; Katrin á Lakjuni kemur fyri hann. MD verið á ráðstevnu í DK og vitjan á skúlum í Svøríki; sera áhugavert, har data og brúk av data var fremst á skránni á øllum fyrilestrunum. Listaleypurin til 6.fl. 13.04; ævintýraferðin kemur 26.04; várveitslan verður 14.04; kvøldskúlaframsýning verður 17.04; Durita Jakobsen fer á skeið/útbúgving í DK 11. til 15.apríl í, hvussu mann samrøður við børn, ið hava tað trupult.

Onki 

Góðir fundir: samstarvsfólkafundurin við David Im, hann lovaði at senda tilfarið, men enn er onki komið; fundur í Kelduni fyri skúlastýrunum kring fjørðin; foreldraráðið, har Annfríð og Marita høvdu hvør sítt upplegg; Armgarð á Regni játtaði at halda fram sum samskipari; best hevði verið, um tað vóru uppsettar greiðar reglur fyri foreldraráðið (sí annars fundarfrásagnir til allar hesar fundir).

Gera eina minni kanning hesaferð við teimum somu spurningunum, men har ein partur er tikin burtur; eisini er onkur nýggjur spurningur afturat; ætlanin er at fáa kanningina klára áðrenn summarsteðgin; JP tosar við Gallup og AJ biður lærarar hyggja at spurningunum og koma við rættingum.

Bygdaráðið hevur samtykt búmerkið fyri skúlan; tað verður sett upp omanfyri høvuðsdyrnar, og ljós fer at lýsa á skeltið (sí mynd). Ikki góð uppmøting til aðalfundin hjá Heim & Skúla, men sera áhugaverdir fyrilestrar; JP var afturvaldur í nevndina.

Fundur lokin kl. 21.00.