Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

18/01/2022

Listaleypurin á vitjan í Tofta skúla

Týsdagin 18.jan. fingu vit í Tofta skúla forvitnisliga vitjan av tónlistabólkinum EKA, sum er ein trio við tónlistafólkunum Kristina Thede Johansen, Ernst Dánjalsson Remmel og Aksel Dánjalsson Remmel.

Í samstarvi við tónaskaldið Páll Sólstein framførdi EKA yrkingarnar “Teir 12 mánaðirnir” hjá prestinum Lisbeth Smedegaard Andersen. Tónleikurin varð framførdur við klaveri, trompet, saksofon og sangi. Teksturin var á føroyskum, og hvør einstakur mánaður hevði eina nýggja og øðrvísi ljóðførissamanseting, sum í sær sjálvum gjørdi konsertina spennandi og hendingaríka fyri okkum í lýddu á.

Nicolina Dahl hevur týtt yrkingarnar.

Tað var hugtakandi at hoyra, hvussu vakurt yrkingarnar vóru  framførdar av listafólkunum.

Fleiri myndir frá konsertini síggjast her!