Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

25/04/2022

Undankapping í FM í skúlatelving 2022 í Tofta skúla

FM í skúlatelving verður í ár hildið í tíðarskeiðinum 26. - 29.apríl. Eins og í fjør verður telvað í tveimum aldursbólkum. Í yngra bókinum kappast 3. - 4.flokkur og í eldra bókinum 5. - 8.flokkur.

Telvað verður í undankappingum, áðrenn FM-heitini verða avgjørd í tveimum finalukappingum. Undankappingarnar eru býttar á øki, soleiðis at skúlar í Eysturoynni og Norðoyggjum kappast í aðrari undankappingini, og skúlar í Streymoynni og sunnanfyri/vestanfyri Streymoynna kappast í hinari. Fremstu trý liðini í hvørjari undankapping sleppa víðari til finaluna.

 Tíðarætlanin sær soleiðis út:

- 26.apríl í Tofta skúla: 3. - 4.flokkar í norður-eystur Føroyum telva undankapping.

- 27.apríl í Tofta skúla: 5. - 8.flokkar í norður-eystur Føroyum telva undankapping.

- 28.apríl í Skúlanum við Løgmannabreyt: 3. - 4.flokkar í suður-vestur Føroyum telva undankapping.

- 29.apríl í Skúlanum við Løgmannabreyt: 5. - 8.flokkar í suður-vestur Føroyum telva undankapping.

 Kunnað verður seinni um, nær og hvar finalukappingarnar verða hildnar.

Allar kappingar byrja kl. 9.30 og eru lidnar uml. kl. 12.30. Matarsteðgur verður hildin miðskeiðis í kappingunum, og allir lutakarar fáa okkurt gott í matarsteðginum.

Fremstu trý liðini í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

Vælkomin í Tofta skúla til FM í skúlatelving. :-)