Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

06/01/2016

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 6. januar 2016 kl. 19.30

Skrá:

Gerðabókin

Frá skúlanum

Frá forkvinnuni

Játtanir 2016

Trivnarkanning

Starvsfólkafundurin

Eftirmeta felags foreldrafundin

Ymiskt

-         Góðkend

-         Tveir nýggir næmingar komnir, sum mugu fáa undirvísing í føroyskum. 9.fl. starvsvenjing viku 2 og 3, samstundis arbeiðir 10.fl. við verkætlan. Allir lærarar og stuðlar á skeið 29.januar og 7.marts um floksleiðslu. Starvslesandi frá Læraraskúlanum í februar í al/evn hjá Mikael Johan. Innskriving til 1.fl. verður 25.januar kl. 13.00; Sonja og Petur Hans vera lærarar hjá teimum. Lesiátak verður í viku 3 og 4, har høvuðsevnið verður Astrid Lindgren; tað verður lisið hvønn dag frá kl. 9.10 til 9.30.

-         Onki

-         Skúlastýrið fingið 45.000,00 kr. + 5.000,00 kr. til foreldraráðið. Onki játtað til útiøkið í ár; sí annars skjal.

-         Tað verður ein minni kanning, og má hon helst gerast í vár, so framløgan verður í heyst (áðrenn kommunuvalið); hugt verður at spurningunum á næsta fundi.

-         Fundurin verður 3.marts kl. 13.00. Næmingarnir fáa frí kl. 12.40. Tosað var aftur og fram um okkurt evni til fundin; uppskot vóru sum: heimaarbeiði – KT í skúlanum – næmingar úr øðrum mentanum. Atli skal eisini biðja lærararnar koma við hugskotum á næsta námsfrøðiliga fundi.

-         Ein sera góður og hugvekjandi fyrilestur hjá Boga Bech Jensen, ið gav nakað til umhugsunar. Næmingar frá musikkskúlanum spældu, tá fólkið kom, og 5.fl. sang ein sang; (hetta skuldi kanska verið  betri lýst).

-         Onki

Fundur lokin kl. 21.00