Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

01/10/2014

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 1. okt. 2014. kl. 19.30

Skrá:  
1. Gerðabókin
2. Frá skúlanum
3. Frá forkvinnuni
4. Felagsforeldrafundurin
5. Fíggjarumbøn frá skúlanum
6. Ymiskt

1. Gerðabókin góðkend

2. Listaleypurin kemur við sjónleikinum Syndefaldet 6.okt. at vísa fyri framhaldsdeildini. Í smb. við sólarmyrkingina 2015 vera evnisdagar, og í tí smb. fara lærarar á skeið nú í okt. 26.sept. vóru 15 næmingar av Læraraskúlanum og kunnaðu seg um “jul til jul”. Annika Høj, Lív Magnussen og Annelisa Rasmussen greiddu frá skipanini. Eftir áheitan frá Landsverk hevur handaliga breytin í 8.fl. arbeitt við arkitekturi; 30.sept. høvdu tey framløgu fyri trimum arkitektum frá LV; framløgan var í Nebo, og riggaði tað sera væl. 30.sept. var 2.fl. á námsferð á Krás; ein sera væleydnaður túrur. Heilsusysturin og hennara praktikantur, Petra, høvdu fyrilestur fyri foreldrum og næmingum í 6. og 7.fl. um tannáringar; eisini arb. tær við 7.fl. við temanum Tað ber til at trívast.

3. Skriv sent til NK um fíggjarjáttan fyri skúlastýrið og foreldraráðið. Eisini er biðið um játtan til at gera eina trivnaðarkanning á heysti 2015. (Sí skriv). 3.sept. var foreldraráðsfundur, har foreldraumboðini tosaðu saman; øll vóru vælnøgd og hildu, at hetta er ein góð skipan. Tað er tó kanska upp á tíðina at eftirmeta skipanina.

4. Uppskot um at spyrja RFF, um tey kunnu hava ein fyrilestur um tað nýggja undirvísingartilfarið, ið er gjørt til heim og skúla. Fundurin verður 29.okt. 2014 kl. 19.30.

5. Fíggjarætlanin fyri Tofta skúla 2015 verður viðmælt. (Sí viðlagt skriv).

6. JL heldur, at tað kundi verið skilagott at fingið eitt prát um forskúla á skránna hjá Skúlastýrinum. Samtykt at seta eitt tíðspunkt fyri prátið á næsta fundi.

Fundur lokin kl. 21.00.