Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

27/08/2014

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 27. august 2014 kl. 19.30

Skrá:

1.     Gerðabókin
2.     Kunning frá skúlanum
3.     Kunning frá forkvinnuni
4.     Tosa um svar frá kommununi um skúlakanningina
5.     Umsók um játtan frá NK
6.     Hvussu við matarskipanini?
7.     Hvussu við hjálp til skúlating?
8.     Ymiskt

1. Góðkend.

2. Kunning hevur verið fyri foreldrum og næmingum í 8.fl. Sær út til at virka væl; tó er okkurt í tíðunum, sum kanska skal justerast. Julia Petersen hevur onki tilboð fingið, tí vil hon sleppa aftur í skúla, t.d. 2-3 dagar um vikuna; vit hava søkt um tímar, men enn er onki svar komið. BD er sjúkrameldað til 1.jan.2015; vit søkja eftir fólki fyri hana. JP fer frá 1.nov.2014; men heldur fram við nøkrum tímum skúlaárið út. Skemaleysu dagarnir í juni vóru góðir, næm. væl nøgdir, og lær. meta seg at hava nátt nógv, sum eftir ársætlanini skuldi gerast. Ikki góða royndir av undirvísingargongdum; eiga at vera eftirmettar við Nám. Eftirmeting av landsroyndini 2014 vóru í juni; 6.fl. kláraði seg framúr væl, og 4.fl. lá omanfyri miðal. Hava fingið ein næming, ið skal hava medesin 3.hvønn tíma. Lærarafelagið sigur, at lær. ikki eiga at átaka sær tað, men tey kunnu heldur ikki nokta; tað eigur at vera heilsusystirin á skúlanum, ið hevur ábyrgdina; okkara heilsusystir er bara á skúlanum mánadag! Tó stendur spurningurin eftir, hvør hevur so ábyrgdina um nakað hendir. Vit hava fingið avtalu við NK um keyp av teldum til lærarar; við avtaluni betalir NK ein part, skúlin ein og lærarin ein. Aftur í ár eru ikki tímar til tað kravda undirvísingartímatalið; vit gera vart við okkum hjá MMR, men tað hjálpir onki.

3. Onki

4. NK sigur seg ikki hava fingið nakað frá Skúlakanningini, tí hava tey ikki viðgjørt nakað. Skúlastýrið sendir enn einaferð evnini og vísir til kanningina, ið liggur á heimasíðu skúlans.

5. Skúlastýrið sendir umsókn um fíggjarkarm fyri skúlastýrið, foreldraráð, skúlakanning 2015 og útiøkið.

6. Hon fer í gongd.

7. Um kvøldskúlin eigur tímar, so verður lektiucafe.

8. JL hevur fingið fyrispurning um, um morgunsangurin kundi verið eitt annað tíðspunkt enn kl. 8.00, við tí grundgeving, at so møttu kanska øll til tíðina. MD svaraði, at enn hevur skúlin ikki umhugsað at broyta tíðina. JP vísir á tilfar, ið RFF hevur gjørt til undirvísing; AJ sigur, at tað verður brúkt – lærarar hava verið á skeið hjá RFF. AN saknar at fáa svar frá lærarum uppá sms.  

Fundur lokin kl. 21.30  

Øll møtt