Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

07/05/2014

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 7. mai 2014 kl. 19.30

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum.
3. Kunning frá forkvinnuni.
4. Tosa um tey punktini, sum blivu vald út frá skúlakanningini seinast. Sí viðhefta skjal.
5. Ymiskt.

1 Gerðabókin góðkend við hesari viðm.: í dag finnast fleiri tilboð um bíligt telefonhald.

2 Landsroyndin bleiv avlýst, tí tað teldutøknuliga ikki fekst at virka. Men nú eru boð komin um, at landsroyndin verður í seinnu helvt av mai, og tað verður hon í pappírformi (soleiðis, sum hon hevur verið). Hava søkt MMR og FSF um stuðul til royndarverkætlan við 8.fl. í Runavík og á Toftum komandi skúlaár. Onki hoyrt frá MMR, men FSF hevur játtað at stuðla við 60.000,-kr. Kvøldskúlin bjóðåar rørsludagar í mai. Skeið um at fara til próvtøku og at leggja fram verður fyri 8., 9. og 10.fl. 13.mai; tað eru sjónleikarar, ið halda skeiðið. Sangløta verður 6.mai og tónleikabreytin hevur konsert tann 15.mai kl. 11.00. Seinasti undirvísingardagur hjá 9. og 10.fl. er 23.mai, tá skipar 10.fl. fyri einum øðrvísi skúladegi. Skrivligu próvtøkurnar byrja 26.mai og munnligu próvtøkurnar byrja 10.juni; prógvhandanin verður tann 25.juni kl. 19.00. NK svarað uppá uppskotið um búmerki til TS, svarið er eitt sindur avvísandi, og sum skilst, verður onki gjørt við at finna búmerkið til TS.

3 Aðalfundur hjá Heim & Skúla hevur verið, ikki nógv fólk á fundi, nevndin bleiv afturvald; fundarsamtykt at mótmæla framferðarháttinum í smb. Við Landsroyndirnar.

4 Sí viðlagda skriv; skrivlig eftirmeting frá øllum partum um hvat er gjørt, og skal eftirmetingin leggjast út á heimasíðuna; allar eftirmetingarnar skulu vera klárar til fyrsta fundin eftir summarferiuna.

5 JL spyr, um vit deila næmingarnar í bólkar í framhaldsdeildini, so sum A-B-C hold í td. Fø. Nei, tað gera vit ikki; okkara námsfrøðiliga hugsjón er, at næmingar skulu kenna seg sum eina heild, har øll fáa sama møguleika at læra og menna seg; tað er lærarin, ið skal difrentiera undirvísingina, soleiðis at hon hóskar til allar næmingarnar. Eisini spurdi JL um tilboð til 10.fl.; tey eru tey somu, sum hava verið nú í nøkur ár, tvs. kravda undirvísingartímatalið er 28 tímar um vikuna, og tey hava møguleika at velja 2x6 tímar til ymiskar breytir + 4 tímar til íverksetanarbreyt. JP helt, at skúlin átti at gjørt eina góða kunning um, hvat juniætlanin hjá skúlanum inniheldur bæði fakliga og sosialt, og hvat næmingarnir fáa burturúr við at brúka allar inteligensinar, tí tað hoyrist á hvørjum ári, at í juni verður onki gjørt til nyttu! Eisini spurdi JP hvør visiónin var fyri TS – hvat serligt er við TS?. MD kunnaði um, at komandi ár er ætlanin at økja tímatalið til Gluggan soleiðis, at undirvísingin er tveir dagar um vikuna, og at tey møguliga koma oman í Lítlaskúla, so undirvísingin gongur fyri seg har, so børnini uppliva skúlan og kunnu vera við í fríkorterinum; tó skal sigast, at enn er ikki nøkur endalig avtala við barnagarðin um hetta.

----------
Viðlagt skriv ísmb. við punkt 4

Evni, sum blivu vald út frá skúlakanningini 2012

Kommunan: Vegurin, trygdin á vegnum, útiøki, mat á skúlanum og hjálp til skúlating.

Lærararnir: Kunning frá flokstoymum, sosialir trupulleikar, kunning um at næmingar læra at leggja fram og happiátøk.

Leiðslan: Mat á skúlanum og atferðarreglur.

Skúlastýrið: Mat á skúlanum, hjálp til skúlating, nýggjar atferðarreglur, kunning frá skúlastýrinum og útiøki.

----------

Øll møtt uttan EáT.

Fundur lokin kl 21.30