Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

05/03/2014

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 5. mars 2014 kl 19.30

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum
3. Kunning frá forkvinnuni
4. Ynski frá foreldrum um fótbóltsbreyt/ítróttarbreyt á Toftum í 8. flokki. Hvørja hugsan hevur skúlastýrið um hetta?
5. Ymiskt

1. Góðkend

2. OM vísti á, at næmingar og lærarar hava gjørt rættiliga nógv við kvøðing.
Á Nff 12. febr. varð samtykt, at vit skulu arbeiða við eini sorgarætlan fyri skúlan. Inga Símunardóttir, heilsufrøðingur, Durita Jakobsen og Olaf Magnussen vóru vald at taka sær av hesi uppgávu.
Í viku 6 og 7 vóru næm. í 9. fl. í starvsvenjing og 10. fl. hevði eina verkætlan saman við 10. fl. í Runavíkar skúla.
OM kunnaði um, at leikurin “Vikarurin” varð framsýndur alment um kvøldið 17., 18. og 19. febr. og í skúlatíð og 20. og 21. febr. fyri lærarum og næmingum. Næingar í 4. – 10. fl. í Tofta skúla sóu leikin í Løkshøll fríggjadagin 21. febr.
Fiskuvinnuskúlin vitjaði 10. fl. mikudagin 19. febr.
Skúlastýrið skipaði fyri samstarvsfólkafundi í Tofta skúla mikudagin 19. febr. kl. 13.00.
Hósdagin 20. febr. vitjaðu limir úr Etsturoyar dansifelag skúlan.
Týsdagin 25. febr. vitjaði 9. fl. saman við Hera Davidsen Tekniska skúla í Klaksvík.
Hósdagin 27. febr. var Sigmund P. Petersen, løgreglumaður, og tosaði við næmingarnar í 9. fl. um harðskap.
Fríggjadagin 28. febr. varð Skúla FM fyri íverksetan í Løkshøll. Næm. í 9. og 10. fl. saman við Onnu Mariu og Olafi vóru bodnir við til framløgurnar.
28. febr. høvdu næm. í 1. – 8. fl. eitt sera væleydnað føstulávintshald í skúlanum.

3. Annfríð Neslíð vísti á, at samstarvsfólkafundurin var góður og gevandi. Somuleiðis vísti hon á, at tað var gott at fáa tilfarið sendandi, sum fyrilestrahaldarin nýtti. AN vísti eisini á, at lærarar vóru glaðir fyri fundin.
AN kunnaði um, at Foreldrafelagið Heim & Skúli bjóðaði til fund í Havn leygardagin 15. mars kl. 13.00 í skúlanum á Løgmannabreyt. Fundurin var fyri skúlastýrislimir og onnur áhugað. Á fundinum vóru framløgur, kjak við íblástri úr Norra.

4. Í brævi til skúlastýrið eru foreldrur at einum næmingi í 7.fl. komin við nøkrum tonkum, við tí endanáli at betra um trivnaðin í Tofta skúla.
OM vísti á, at Tofta skúli og Runavíkar skúli hava ítøkiligar ætlanir um samstarv um eitt øðrvísi skúlatilboð til komandi 8. fl., hvar ið talan er um fleiri breytatilboð til næmingarnar. Arbeitt verður við ætlanum um eina fótbótsbreyt við 6 tímum, eina tónlistabreyt við 6 tímum, eina rørslubreyt við 6 tímum og eina handaliga breyt við 4 tímum. OM kunnaði um, at vit í løtuni eru í eini fyrireikandi tilgongd.
Skúlastýrið er samt um, at tað er áhugavert at arbeiða við fleiri breytatilboðum til næmingarnar í komandi 8. fl. ístaðin fyri bert eina ávísa breyt sum t.d. eina fótbóltsbreyt.
Vit eru samd um, at vit ikki gera broytingar viðv. skipanini, hvussu og nær næmingar sleppa inn í høllina í fríløtunum. AJ og OM vístu á, at verandi skipan er góð og fungerar væl.
Viðv. “nørdahjálpini” er at siga, at hon fyri langari tíð síðani skuldi verið farin at virka. OM kannar, hvør orsøkin er, at gongd ikki er komin á hana.
Avtalað varð, at AN í telduposti skal svara teimum foreldrum, ið hava vent sær til skúlastýrið við tí endamáli at betra um trivnaðin í Tofta skúla.

5. OM kunnaði um, at leikurnar (pýramidan og karusellin) eru sett upp í skúlagarðinum, og at næmingarnir eru glaðir fyri leikurnar.
OM og AJ vístu limunum í skúlastýrinum tvey uppskot til búmerki til Tofta skúla. Tað er Sjúrður Højgaard, ið arbeiðir hjá KREA, sum hevur gjørt uppskotini. OM vísti á gongdina í hesum máli.
Somuleiðis varð greitt frá, at flestu lærararnir dámdu best búmerkið við teimum fýra fólkunum.
Skúlastýrislimirnir vóru eitt sindur ymiskir á máli um búmerkini.
OM víst á, at tað er eingin avgerð tikin viðv. búmerkjunum. Og at málið verður lagt fyri Nes kommunu at taka støðu til eisini.

Fundur lokin kl. 22.30

Skrivað hevur:
Olaf Magnussen, varaskúlastjóri