Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

05/02/2014

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 5. februar 2014 kl. 20.30

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum
3. Kunning frá forkvinnuni
4. Hvussu skulu foreldraumboðini í flokkunum veljast framyvir
5. Leiðreglurnar fyri foreldraráðið
6. Ymiskt

1. Góðkend

2. OM vísti á, at MD er farin niður í hálva tíð, sum skúlaleiðari, í febr. og mars 2014. Samstundis hevur OM fingið meira tíð í leiðslu og aðrar tillagingar eru gjørdar.
Átakið jul til jul er byrjað aftur.
15. jan. vitjaði narko-løgreglan 8. fl.
21. jan. vitjaði 9. fl. SEV
22. jan. høvdu vit eina sangløtu fyri allan skúlan
24. jan var 9. fl. til ein kveikingardag í Norðurlandahúsinum
Í døgunum 27. – 29. jan. høvdu vit tríggjar sera væleydnaðar evnisdagar um “Rúmdina”.
Týsdagin 28. jan. kl. 13 vóru 23 næmingar innskrivaðir í 1. flokk.
3. febr. vitjaði Barnaútvarpið í Tofta skúla.
3. febr. varð nýggja heimasíðan hjá Tofta skúla eisini tikin í brúk.

3. Annfríð Neslíð hevði ikki nakað undir hesum punkti.

4. Allir limirnir verða valdir annaðhvørt ár sum foreldraumboð. Tó verður mælt til, at eitt av verandi umboðum heldur fram næsta skeið. Skúlastýrislimir skulu ikki veljast sum foreldraumboð.

5. Leiðreglurnar fyri foreldraráðið vóru góðkendar.

6. Justin Philbrow vísti á, at tað er ynskiligt, at skúlin hevur ein kalendara, sum vísir nær teir einstøku flokkarnir hava foreldraviðtalu. Eisini varð tosað nakað um samtaluørkini, sum verða brúkt til foreldraviðtalurnar. JP reisiti spurningin um øll flokstoymi gera brúk av nevndu samtaluørkum.

Ikki á fundi: Elin á T. og Súni í H.
Fundur lokin kl. 22.45

Skrivað hevur:
Olaf Magnussen, varaskúlastjóri