Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

08/01/2014

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 8. januar 2014 kl. 19.30

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum
3. Kunning frá forkvinnuni
4. Tosa um felagsfund við skúlastýrini kring Skálafjørðin 21.01.14
5. Inngongdin til fimleikarhøllina
6. Hvussu við “Nørdahjálpini”?
7. Framhaldandi matarskipan?
8. Ymiskt

1. Góðkend

2. OM vísti á, at uttanduraleikurnar eru bílagdar.
Í des. hava flokkarnir upp á skift skipað fyri morgunsanginum og pynta jólatræið. Eisini hava foreldrini havt møguleika at vera við til morgunsangin. Skúlin bjóðaði køkur og kaffi til foreldrini.

4. og 5. fl. bakaðu køkur til átakið “Í menniskjum góður tokki” Køkurnar vóru seldar í skúlanum týsdagin 10.des. Inn komu kr. 5.700.

Í des. hava einstakir næmingar og flokkar sungið og spælt fyri búfólkunum á Vesturskyn.
Mánadagin 16. des. kl. 19.00 varð ein sera áhugaverd næmingakonsert, ið Musikkskúlin skipaði fyri.

Jólafestirnar í skúlanum vóru fjølbroyttar og góðar. Eisini eydnaðist jólagudstænastan sera væl. Stuttligt at síggja, at so nógv avvarðandi vóru við til gudstænastuna.

3. Forkvinnan kunnaði um, at Oddbjørg Johansen hevur sagt ja til at tosa um evnið “positiv sálarfrøði og sjálvsvirði” á samstarvsfólkafundinum, sum verður mikudagin 19. februar kl. 13.00.

4. Skúlastýrini á Skála og á Strondum hava játtað at koma á ein felags skúlastýrisfund í Tofta skúla týsdagin 21. januar kl. 19.30. Skúlastýrið við Runavíkar kommunuskúla tekur innbjóðingina upp á teirra næsta skúlastýrisfundi.

Avgjørt varð, at AN ger eina dagsskrá fyri fundin og at vit møta upp ein tíma áðrenn fundurin byrjar.

5. Skúlastýrið mælir til, at tey, ið leiga høllina, skulu brúka hurðina omanfyri. Somuleiðis varð vís á, at okkurt eigur at vera gjørt við hylin omanfyri, so at tað verður lættari at koma til og frá høllini. Elin og Súni taka hetta upp við í Nes kommunu.

6. OM kunnaði um, at “Nørdahjálpin” byrjar aftur í Ungdómshúsinum fyrst í febr. 2014. Talan er um 2 tímar um vikuna, har Arni Z. hjálpir ella vegleiðir næmingum í 7. til og við 10.flokki. við teirra heimasetningi. Nørdahjálpin heldur fram til endan av mai mánaði.

7. Matarskipanin hevur roynst sera væl, og tí er avgjørt, at skipanin heldur fram.

8. OM kunnaði um, at nýggja heimasíðan hjá Tofta skúla verður tikin í brúk mánadagin 27. januar 2014.

OM kunnaði somuleiðis um, at vit ikki kenna PISA-úrslitið fyri Tofta skúla.
Í Tofta skúla er tað ikki vanligt, at næmingar leypa ein flokk um.

Fundur lokin kl. 22.10

Skrivað hevur:
Olaf Magnussen, varaskúlstjóri