Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

04/12/2013

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 4. desember 2013 kl. 20.30

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum
3. Kunning frá forkvinnuni
4. Evni til samstarvsfund
5. Leiðreglur til foreldraráðið
6. Útiøki.
7. Ymiskt

1. Gerðabókin góðkend við hesum viðmerkingum: Samstarvsfólkafundurin verður mikudagin 19. febr. 2014. Tað vóru 3 fólk í dómsnevndini, ið valdu vakrast pyntaðu floksstovu.

2. Týsdagin 26. nov. vitjaði løgreglan 1. og 6. flokk. Tað var SSP saman við løgregluni, ið skipaði fyri degnum. Mánadagin 2. des. pyntaðu vit skúlan. Týsdagin 3. des. høvdu vit eina sera væl fyriskipaða sangløtu fyri allan skúlan í sangstovuni.

Aftur í ár tekur Tofta skúli lut í átakinum “Í menniskjum góður tokki”. Talan er um 5. og 6. flokk, ið hava bakað smákøkur, sum tey ætlandi selja týsdagin 10. des. kl. 09.30.

OM kunnaði um, at fíggjarætlanin fyri Tofta skúla fyri 2014 varð samtykt á eykabygdaráðsfundi í NK tann 18.11. 2013. Samlaða játtanin til blokkin er kr. 550.000,- og til breytir kr. 40.000,-. Eisini er játtað kr. 70.000,- til nýggjan telduútbúnað.

Arbeitt verður við, at nýggja heimasíðan hjá Tofa skúla skal takast í brúk í januar 2014.

3. Forkvinnan kunnaði um, at fíggjarætlanin fyri skúlastýrið 2014 varð samtykt á eykabygdaráðsfundi í NK tann 18.11. 2013. Játtanin til skúlastýrið er kr. 45.000,-. Og til foreldraráðið varð játtað kr. 5.000,-.

Foreldraráðið hevði fund mikukvøldið 20. nov. Á fundinum varð Armgarð á Regni vald til nýggjan samskipara í foreldraráðnum. Seinastu 2 árini hevur Anelia Philbrow verið samskipari í foreldraráðnum. Eitt arbeiði, ið hon hevur røkt fyrimyndarliga.

AN vísti á at tosa var m.a. um á foreldraráðsfundinum, hvussu leingi foreldraumboðini eiga at sita, og um øll eiga at skiftast út við hvørt val ella ikki. Ymsar meiningar vóru um hetta. Avgjørt varð at taka hetta upp á fundi í skúlastýrinum á vári 2014.

Fyri at økja sum samstarvið í skúlastýrunum, hevur skúlastýrið í Tofta skúla boðið hinum skúlastýrunum við Skálafjørðin til fund á Toftum í januar 2014. Skúlastýrið á Strondum hevur játtað. Hini svara seinni.

4. Tosað var um møgulig evni og møguligar fyrilestrarhaldarar til samstarvsfundin, sum verður 19. febr. kl. 13.00. Komið var ikki fram til nakað ávíst evni ella fyrilestrarhaldara til fundin. AN arbeiðir víðari við hesum máli.

5. Leiðreglurnar fyri foreldraráðið var til umrøðu. Ynski er um, at broyta orðingina viðv. felagsforeldrafundunum í flokkunum í august mánaði. Í verandi leiðreglum stendur m.a., at tað eru foreldraumboðini, ið standa fyri hesum fundunum saman við flokslærarunum, og at tað er formaðurin, sum setir seg í samband við flokslæraran við skúlaársbyrjan. Ynski er um at broyta orðingina, so at tað er flokslærarin, sum setir seg í samband við formannin við skúlaársbyrjan.

Skúlastýrið er samt um, at starvsfólkaumboðið skal leggja hesa broyting fyri NFR, og síðani venda aftur til skúlastýrið.

6. OM og AJ kunnaðu skúlastýrið um, at arbeitt hevur verið at at savna inn tilboð fyri tær 60.000 kr., ið skulu nýtast til útiøkið, og vístu á, at tikið er av einum tilboði frá BLIKA. Tilboðið fatar um eina karusel og eitt klatristativ. Kostnaðurin liggur um 60.000 kr við MVG.

7. AJ vísti á, at tað kundi verið nógv betur skil á amboðsrúminum í høllini, og undirstrikaði, at tað ikki er dagligi skúlin, ið er orsøkin til tess. Heldur er orsøkin at finna, tá høllin er útleigað.

Eisini varð tosað um, at skúlin er opin fyri øll, eftir at dagligi skúladagurin er liðugur. Tað er tíðiligt, at hetta er ørkymlandi, tí at vit einki eftirlit hava við, hvat ið gongur fyri seg, tá høllin er útleigað. Avgjørt varð at taka henda spurning upp við Nes kommunu.

JP kom inn á spurningin um innispølini. JP spurdi, hvat ið skal til, fyri at fáa tey at virka aftur. OM vístu á, at fleiri av spølunum eru í sera ringum standi, og at tað í onkrum føri ikki er møguligt at gera tey aftur. Avgjørt varð, at hetta er eitt mál, ið okkara næmingaráð eigur at taka upp.

Fundur lokin kl. 22.45

Skrivað hevur:
Olaf Magnussen, varaskúlastjóri