Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

06/11/2013

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 6. november 2013 kl. 19.30

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum
3. Kunning frá forkvinnuni
4. Tosa um grein til skúlablaðið um skúlastýrisarbeiðið
5. Áseta samstarvsfund og val av evni
6. Samstarv við skúlastýrini í Eysturoy
7. Ymiskt

1. Gerðabókin varð góðkend við hesum viðmerkingum
Felagsforeldrafundurin fluttur frá 29. okt til 30. okt. 2013 kl. 19.00.

2. OM kunnaði um, at skúlin hevði ein sera væleydnaðan renningardag fríggjadagin 11. okt. við góðari uppmøting.
Aftur í ár hava fleiri flokkar havt fletting á skránni.
Jólaroyndin hjá framhaldsdeildini verður í døgnunm 11. – 15. nov.
Starvsvenjingin hjá 10. flokki verður frá 18. – 29. nov.
Mikudagin 6. nov. hevði 8. flokkur ein spennandi og læruríkan dag, har tey høvdu vitjan av Listaleypinum. Næmingarnir arbeiddu við at gera egnar søgur til film.
Pyntidagurin verður mánadagin 2. des.
Næmingaráðið ætlar aftur í ár at velja ta floksstovu, ið er vakrast pyntað til jólar. Somuleiðis er ætlanin, at velja tann flokk, ið hevur ruddiligast skógvahill. Ein dómsnevnd við 4 fólkum er vald at avdúka vinnararnar.

3. Forkvinnan kunnaði um, at skúlastýrið biður Nes kommunu um somu fíggjarjáttan til skúlastýrið fíggjarárið 2014 sum fyri 2013.

Forkvinnan kunnaði um, at hon og Justin P. vóru í Havn á einum “kunningar- og kjaktiltaki fyri skúlastýrislimir”. Tað varð felagið Heim og skúli, ið skipaði fyri fundinum, sum var 2. nov. Tosað varð m.a. um, um samsvar er millum krøvini til skúlastýrini og tað, sum tey í veruleikanum fáast við. Hvørjar heimildir og ábyrgdir skúlastýrið hevur. Hvat verður væntað av skúlastýrinum. Eisini varð tosað um hvønn leiklut foreldur og lærarar hava.
Heim og Skúli vísti eisini á, at ætlanin er at skipa fyri økissamstarvi millum skúlastýri fyri at styrkja um vitanarspjaðingina millum skúlastýrini.

4. Annfríð N. kunnaði um eina grein, ið hon sum forkvinna er biðin um at skriva til skúlablaðið. Greinin lýsir m.a. ta uppgávu, ið skúlastýrið hevur, og hvørji mál skúlastýrið hevur sett á skránna at arbeiða við hetta valskeiðið.

5. Samtykt varð, at samstarvfundurin verður 12. ella 19. febr. 2014. Tosað varð um møgulig evni til fundin, og niðurstøðan varð at spyrja NFR um møgulig hugskot, og annars at taka hetta mál upp á næsta fundi.

6. Á fundinum varð tosað um økt økissamstarv millum skúlastýrini við Skálafjørðin. Hetta varð m.a. tosað um á kunningar- og kjakfundinum í Havn tann 2. nov. Samtykt varð, at skúlastýrið á Toftum skal bjóða øllum skúlastýrislimum við Skálafjørðin á fund á Toftum týskvøldið 21. jan. 2014.

7. OM læs upp frásøgn frá felagsforeldrafundinum 30 okt. Samd um, at tað var ein góður, viðkomandi og gevandi fundur.
Í sambandi við fíggjarætlan skúlans 2014, kunnaði OM um skrivið, ið er latið til NK viðv. KT-útbúnaði skúlans. OM kunnaði eisini um ta nýggju heimasíðuna hjá Tofta skúla, ið verður klár um ikki so langa tíð.

Foreldraráðsfundur verður í Tofta skúla mikukvøldið 20. nov. kl. 19.30. Á skránni verður ein stutt frágreiðing um, hvussu felagsforeldrafundirnir vóru skipaðir. Kjak um møguliga broyting av valinum av foreldraumboðum. Val av nýggjum samskipara til felagsforeldraráðið og tilrættalegging av komandi jóla- og vetrartiltøkum.

Fundur lokin kl. 22.00

Skrivað hevur:
Olaf Magnussen, varaskúlastjóri